Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur júst váttað fyri portalinum, at innkallaði Jóhan Troest Davidsen úr HB byrjar í miðverjuni saman við Atla Gregersen í annaðkvøld móti Svøríki.
Landsliðið venur í kvøld á Friends Arena í Stokholm. Føroyski landsliðsvenjarin hevði undan venjingini tíðindafund og tosaði eftir tíðindafundin við føroysku fjølmiðlarnar.
- Eg kann gott avdúka, at Jóhan Troest Davidsen og Atli Gregersen byrja inni í miðverjuni, sigur Lars Olsen við portalin.
Hann váttaði somuleiðs, at Fróði Benjaminsen verður at finna á miðjuni við liðskiparabandinum um armin. Venjingin gav annars ikki fleiri ábendingar um hvør byrjar inni.
Hoyr samrøðuna við Lars Olsen undir greinini.