Føroyingar eiga í Jóhan Sundstein eina heimstjørnu sum onga aðra. Tað er hvørki í fótbólti, tónleiki ella íverksetan, at 25 ára gamli Jóhan Sundstein kann kalla seg heimsins fremsti, men í einum heilt øðrum heimi.
Hesin heimurin fyrigongur fyri tað mesta gjøgnum internetið, har teldan er hurðin til ein felagsskap, sum savnar fleiri hundrað túsund fólk saman við sama endamáli – at spæla strategispælið, Dota 2. Ein av heimsins fremstu og kendastu spælararunum – ella geymarunum, sum tað eisini kallast – er føroyski Jóhan Sundstein.
NB: Hendan greinin varð skrivað í september í fjør, tá Johan Sundstein vann the International fyri fyrstu ferð
Fyri tveimum vikum síðani gjørdist Jóhan Sundstein saman við liði sínum, OG, heimsmeistari í Dota 2. Teir fimm leikararnir úr OG kunnu í dag fegnast um vinningin, sum var ein peningaupphædd á einki minni enn 72 milliónir krónur.
Jóhan Sundstein hevur mammu úr Klaksvík og pápa úr Havn, og hóast hann ongantíð hevur búð í Føroyum, hevur hann verið her nógv. Sjálvur lýsir hann seg sjálvan sum ein dana, sum eisini er føroyingur.
- Eg eri føroyingur við blóði, men Danmark hevur altíð verið mítt heim. So eg síggi meg nokk mest sum ein dana, sum eisini er føroyingur, sigur Jóhan og leggur aftrat, at hann ætlar sær til Føroya næsta ár.
Í Dota-heiminum er hann tó ikki kendur sum føroyingur. Her er hann kendur sum N0tail og BigDaddy. Allir Dota-spælarar hava nevniliga eitt eyknevni, og tí verður hann vanliga umtalaður sum Johan ‘N0tail’ Sundstein.
##med2##
Byrjaði longu at spæla á pottinum
Jóhan Sundstein hevur altíð verið hugtikin av spølum, og so leingi, hann kann minnast, hevur hann spælt okkurt slag av spæli. Flennandi minnist hann aftur á eina mynd, sum prógvar, at geymarayrkisleiðin longu byrjaði frá bleytamansbeinum.
- Mamma mín hevur eina fitta mynd av mær, har eg siti á pottinum og spæli Game Boy. Eg spældi longu Nintendo og onnur konsolspøl, tá eg var heilt pinkalítil. Eg haldi, eg hevði mína fyrstu teldu sum 10 ára gamal, og havi generelt altíð verið stórur tilhangari av spølum.
Sum barn gekk hann til svimjing og badminton, og tað at røra seg hevur altíð fylt nakað í hansara gerandisdegi. Í dag heldur hann motiónina við líka við at renna og venja í fitness, fortelur hann, og so vónar hann at fáa høvi at spæla meira borðtennis í framtíðini.
Byrjaði at tjena betur enn studningaupphæddin
Jóhan brúkti sum tannáringur nógva tíð uppá at spæla teldu og dámdi væl at royna seg í ymsum spølum. Tá Jóhan kom í framhaldsdeildina byrjaði geymingin av álvara at vinda uppá seg. Hann spældi tá spælið Heroes of Newerth, sum minnir nógv um Dota 2.
- Vit byrjaðu at ferðast runt til ymsar smærri kappingar. Vinningarnir vóru t.d. músamottur, headsett ella onkuntíð 10.000 krónur at deila. So tað byrjaði í smáum, men vit gjørdu tað, tí vit elskaðu tað, fortelur heimsmeistarin.
So byrjaði tað at líkjast onkrum, og Jóhan og liðfelagar hansara byrjaðu at tjena nøkur oyru um mánaðin.
- Pengarnir byrjaðu so smátt at koma inn, soleiðis at mann sum tannáringur kundi vera nøgdur við, hvat mann tjenti. Tað var ikki tann villa upphæddin, men tað var betri enn studningurin, og tað var nógv stuttligari enn at ganga í skúla, sigur Jóhan Sundstein.
Skulkaði frá skúlanum á netcafé
Tímarnir frammanfyri telduskermin gjørdust fleiri og fleiri, og ein tími frammanfyri telduni byrjaði at raðfestast fram um ein tíma í skúlanum.
- Mann skulkaði kanska eisini av og á frá skúlanum fyri at fara oman á lokalu net-kaféina at spæla, viðgongur hann.
Jóhan útviklaði eitt mynstur, sum fekk tey rundan um hann at ørkymlast. Familjan, lærarar og lestrarvegleiðari stúrdu fyri manglandi huginum til skúlan og vaksandi huginum til telduspælið.
- Tá mann skulkar frá skúlanum fyri at spæla teldu, kann tað gott síggja út sum, at framtíðin kann blíva hørð. So eg skilji jú væl, at fólk vóru ørkymlað um mína framtíð tá.
Jóhan Sundstein byrjaði í tekniska skúla, har hann steðgaði eftir eitt hálvt ár fyri seinni at fara í studentaskúlan. Men hann fann ongantíð røttu motivatiónina til at ganga í skúla og gavst eftir eitt ár á skúlabonkinum.
- Skúlin var ikki so góður fyri meg, og eg helt tað var ringt at hava hug og motivatión til skúlan, sigur Jóhan, sum byrjaði at tjena fleiri og fleiri pengar til Dota-kappingar og nú vildi gera alt fyri at útliva sín dreym um at náa hægstu tindarnar í internet-ítrótti.
- Tey rundan um meg vóru sjálvandi ikki so glað fyri, at eg ikki helt fram í skúlanum. Men familjan hevur allíkavæl altíð stuðlað mær, og tá eg byrjaði at tjena eina fasta mánaðarløn gjøgnum spælið, vóru tey ikki so ørkymlað meir, fortelur Jóhan, sum er abbasonur fyrrverandi løgmann, Jógvan Sundsstein.
##med3##
Eitt undirmett OG lið tók øll á bóli
The International er fremsta málið hjá øllum Dota-spælarum og tað absolutt størsta, ein geymari kann uppnáða yvirhøvur. Í mun til fótbóltsheimin kann TI, sum tað verður stytt, best samanlíknast við HM í fótbólti, og í frælsum ítrótti svarar tað til OL. Í ár var kappingin í Vancouver í Canada, og vinningurin á 72 milliónir er størsti vinningurin í internet-ítróttasøguni.
Jóhan ‘N0tail’ Sundstein og hinir fýra frá OG liðnum høvdu fleiri avbjóðingar og trupulleikar áðrenn kappingina. Bara tríggjar mánaðir áðrenn, broyttist teirra lið fullkomiliga við útskiftinum og nýggjum spælarum, og tveir á liðnum høvdu ikki luttikið í stórum kappingum í longri tíð. Haraftrat var undanfarna kappingin hjá OG merkt av keðiligum úrslitum, so útlitini fyri at vinna finaluna um heimsmeistaraheitið vóru so ring, sum tey yvirhøvur kundu vera.
- Vit vórðu mettir at vera tað vánaligasta liðið við minstum kjansi at vinna. Øll høvdu roknað við, at vit endaðu aftast, fortelur Jóhan Sundstein, sum heldur, at tað bara var ein fyrimunur fyri teir at vera so undirmettir.
- Tann torførasta støðan at spæla frá er frá favorittinum. Ert tú favorittur, er tað altíð truplari at vinna, tí tá spælir mann undir so stórum trýsti.
Men N0tail og restin av liðnum gjørdu tað, sum eingin hevði væntað og sigraðu á mótstøðuliðnum í finaluni við teirra sermerkta spælistíli.
- At koma inn sum underdog og vinna alt, var ein øgiliga feit uppliving, sigur føroyski úrmælingurin, sum ikki dugir at lýsa kensluna, tá teir vunnu.
- Eg havi kempað fram ímóti hesari kappingini í fleiri ár. Tað er hetta, allir Dota-spælarar fara eftir sum tað fremsta málið. Tað var bara fantastiskt at vinna, og orð kunnu slett ikki lýsa tað, sigur Jóhan glaður og errin.
Tær 72 milliónirnar verða býttar sundur til teir fimm í OG, og nøkur heilt fá prosent fara til umsiting í felagnum. Tað er ikki fyrstu ferð, Jóhan Sundstein vinnur stórar peningaupphæddir í Dota 2, og føroyski millióningurin hevur enn ikki gjørt av, hvat hann skal brúka allar pengarnar til.
- Tað er jú ein yvirdrivin peningaupphædd. Teir flestu pengarnir verða nokk ikki brúktir enn. Tað einasta, eg havi keypt mær inntil víðari, er ein song, og tað næsta verður nakrar føðingardagsgávur, eg skal orðna í vikuni, sigur hann.
- Løgið at vera ein fyrimynd
Góðu úrslitini, skemtingarsama sinnið og lætta lyndið hjá Jóhan ‘N0tail’ Sundstein ger hann til eina fyrimynd hjá túsundavís av geymarum kring heimin. Hann telist millum teir Dota-spælarar við størsta fjepparaskara yvirhøvur og á internetinum hevur fann bæði fjepparasíður og videobrot, sum fjepparar hava gjørt av honum.
Tá kappingar eru, verða tær stroymdar á netinum, soleiðis at fólk kunnu fylgja við eins og við t.d. fótbóltsdystum. Fólk kring allan heimin hava leingi fylgt við leiðini hjá ‘N0tail’ á síðum sum Twitch og Youtube, men Jóhan hevur enn ringt við at venja seg við tankan um, at hann í dag hevur ein fjepparaskara og kann kalla seg eina fyrimynd.
- Tað er ein løgin støða at vera í, at eg kanska kann inspirera onkran, meðan tey hyggja eftir mær... ja, tað er ræðuliga merkiligt. Men deiligt allíkavæl og nakað, sum eg heldur ongantíð hevði roknað við, flennir ein lítillátin heimsmeistari.
Sjálvur hevur Jóhan altíð havt sínar egnu fyrimyndir, sum hann hevur sæð upp til, og fyri hann er tað umráðandi at vera ein góð fyrimynd, tí hann meinar, at tað liggur ábyrgd við tí at vera ein fyrimynd.
- Eg havi altíð sjálvur havt fyrimyndir, og onkuntíð hugsað, at eg kanska hevði gjørt okkurt øðrvísi enn tey. Nú standi eg sjálvur sum ein fyrimynd og havi fleiri, sum hyggja eftir mær. Eg vil tí bara gera tað besta fyri at vera eitt gott menniskja, og vónandi kann eg hjálpa øðrum ígjøgnum okkurt, sigur Jóhan, sum hevur 167.000 fylgjarar á Twitter.
Tað hendir meira enn so, at danski føroyingurin verður steðgaður av fólki, tá hann gongur á gøtuni. Serliga nú aftaná, hann hevur vunnið heimsmeistaraheitið, hava fólk varnast Jóhan á gøtuni.
- Fyrstu ferð, eg var úti eftir TI finaluna, kom ein genta yvir til mín og segði, at hon hevði sæð finaluna saman við sjeiki sínum og segði, at tað var skide gott klárað av okkum. Í gjár møtti eg einum í metroini, sum ynskti mær tillukku, greiðir Jóhan frá, sum ongantíð hevði droymt um alt hetta uppmerksemið, tá hann sum tannáringur sat í net-caféini í staðin fyri í skúlastovuni.
##med4##
Hátíðarhelt heimsmeistaraheitið við at sova og eta
Har spurdist einki stórt hátíðarhald burturúr hjá OG limunum, tá teir høvdu vunnið heimsmeistaraheitið. Dreingirnir høvdu verið í gongd í fleiri dagar við lítið av svøvni og óinteressantum mati, so tá teir vunnu, var songin og góður matur besti mátin at hátíðarhalda æruna og tær nývunnu 72 milliónirnar uppá.
- Aftaná at vit høvdu vunnið The International, gjørdi eg einki annað enn at eta og sova í fimm dagar. Eg hevði ikki sovið so nógv síðstu vikuna av kappingini, tí tað var so intenst, og eg hevði etið somu salatmáltíð hvønn dag. So mátin, eg hátíðarhelt tað uppá, var bara við at eta og sova. Feiringin liggur meira í kensluni av at hava vunnið, og tað haldi eg allir á liðnum kunnu skriva undir uppá, fortelur millióningurin.
Liðfelagirnir úr OG búgva allir í hvør sínum landi, uttan tveir, sum báðir eru úr Finnlandi. Teir fóru allir heim til sín sjálvs eftir tíggju krav- og kenslumiklar dagar í Vancouver. Jóhan hevur ringt við at seta seg inn í støðuna hjá hinum, tí eingin teirra hevði væntað hetta.
- Summir hava roynt at komið hertil í langa tíð. Eg haldi, teir hava ringt við at skilja tað enn, tí tað er so surrealistiskt. Men eg eri sikkur uppá, at teir vaknaðu upp við einum smíli, tá nakrir dagar vóru farnir. Um teir hava somu kenslur um hetta sum eg, er tað ein ræðuliga befríandi kensla, teir ganga við í dag, sigur hann.
- Menniskju eru gjørd til at fara all in
Jóhan Sundstein ásannar, at hann fyrr nokk hevur verið bundin av telduspæli. Hann kennir alt til tað, tá døgurðin stendur klárur á borðinum, meðan hann er mitt í einum spæli og heldur velur at leypa døgurðan um ella útseta hann.
- Eg havi verið bundin av at spæla, tí tað var jú tað, mann gjørdi allatíðina. Men er tað eitt bundni, bara tí mann velur at gera tað í staðin fyri at eta døgurða? Kanska. Eg veit ikki, um tað er skeivt at gera okkurt, sum mann gongur so høgt uppí, tá mann er villigur til at brúka so nógva tíð uppá tað. Eg trúgvi bara, at tað er tað, vit menniskju gera. Tað er tað sama, sum tá mann vil verða yrkisfótbóltsleikari – er tað so eisini eitt bundni? spyr Jóhan Sundstein retoriskt.
Jóhan hevði ongantíð roknað við, at hann fór at koma so langt. Tá hann var yngri, gjørdi hann jú bara tað, sum honum dámdi best, og tað meinar hann er besti vegurin til at náa sítt mál.
- Eingin roknaði við, at tað skuldi enda her. Heldur ikki eg, og tí føli eg meg eisini í ein vissan mun rættiliga heldigan. Men eg bleiv bara við at gera tað, sum eg dugdi best, og eg gjørdi tað, eg hevði hug til.
Hann meinar, at vit menniskju eru gjørd til at gera tað, sum hvør einstakur best hevur hug til at gera.
- Um tú finnur okkurt, tær dámar at gera, er tað bara at leypa út í tað við báðum beinum. Tað er tað rætta at gera í lívinum, og eg haldi, tað er tað, menniskju eru gjørd til. At gera tað, vit gjarna vilja, og at royna at gera tað so gott sum gjørligt og fara all in, sigur yrkisgeymarin.
##med5##
Dagarnir ganga við at halda planturnar livandi
Hvussu ein gerandisdagur hjá Jóhan sær út, veldst um, hvørt tað er hásesong í Dota 2 ella ikki, eins og í fleiri øðrum vinnugreinum.
- Tað er eitt sindur, sum tá mann siglir úti. Tá er mann jú burtur og í gongd, men tá mann er heima, so er mann heima, og har eru jú eingir fiskar at fiska á landi. Tá tað er hásesong hjá mær, er tað Dota dag út og dag inn, og vit á liðnum spæla frá tá vit vakna og til vit fara í song, greiðir Jóhan Sundstein frá.
Men nú hevur Jóhan frí, og Dota er ikki tað fyrsta, hann hugsar um, tá hann vaknar. Hann er útkoyrdur eftir eitt hendingaríkt kappingarár og eina intensa finalu, og nú nýtur hann, at sesongin er liðug. Hann er næstan akkurát sloppin av við jetlaggið frá Canada, sum gjørdi, at hann í fleiri dagar hevur vent um uppá dag og nátt.
- Nú ganga dagarnir við at halda planturnar á lívi, gera reint og síggja vinir og familju. Eg havi akkurát keypt mær nýggja song og geri annars bara nøkur meira vanlig gerandisting, sigur føroyingurin, sum býr á Frederiksberg.
At hava eitt lið sum OG krevur nógv pappírarbeiði, sum Jóhan sum kapteinur á liðnum tekur sær av.
- Tað tekur eisini eitt sindur av tíð. Tað mesta ræður um at finna útav samstarvi við ymsar aktørar. Okkara navn er blivið rættiliga stórt, og vit hava í dag eitt tætt samstarv við RedBull, sum eru okkara høvuðssponsorur.
Vil gera tað, sum eingin hevur gjørt fyrr
- Tað er eingin, sum hevur vunnið heimsmeistaraheitið tvær ferðir. Tað skal jú vera ein, sum ger tað fyrst.
Hóast hálvi klaksvíkingurin og hálvi havnamaðurin hevur vunnið størsta heitið, sum til ber í internetítrótti, hevur hann ongar ætlanir at gevast enn. Næsta málið hjá honum er at gera tað, sum eingin hevur gjørt fyrr – at vinna The International tvær ferðir á rað.
- Tá mann hevur nátt eitt mál, kann tað virka undarligt at halda fram, tí mann ikki følir, at mann hevur eitt næsta mál. Men fyri meg so er tað tað mest opinlýsa tingið at gera næstu ferð... altso at gera tað, sum eingin hevur gjørt fyrr og vinna tvey International. Tað verður ikki lætt, men tað var tað heldur ikki hesa ferð, sigur ein avgjørdur og vónríkur Jóhan Sundstein.