Fríggjakvøldið fekk 17 ára gamli havnarmaðurin, Jóhan á Plógv Hansen, sínar fyrstu minuttir í bestu donsku hondbóltsdeildini, tá hann í seinna hálvleiki varð skiftur inn fyri lið sítt, Skanderborg, ið spældi á útivølli ímóti Aalborg.
Jóhan fekk einki mál hesa løtuna, hann var inni, men sum fyrsta árs unglingur hevur hann tíðina fyri sær. Hóast úrslitið í dystinum ikki var til vildar, tí teir taptu 31-19, má tað hava verið ein góð uppliving at sleppa at royna seg, tí yvir 2.900 áskoðarar vóru til dystin.
Jóhan á Plógv Hansen hevur fingið sín hondbóltsuppvøkstur í Kyndli, og hann er ein av fleiri ungum kyndilsspælarum, ið royna seg í Danmark. Jóhan gongur á hondbóltsskúla í Skanderborg, har eisini Høgni Klein Olsen telist millum næmingarnar, og í Viborg er Eirikur Simonsen.
Tá U23-landsliðið herfyri var í írska býnum Limerick og har vann A-bólkin í Challenge Trophy-kappingini, komu Jóhan á Plógv Hansen og Høgni Klein Olsen á All Star-liðið sum ávikavist høgri og vinstri vongur.