Jóhan slapp upp í part og tók av

Sigur á Russlandi var ikki nóg mikið hjá dønum, sum rigga til at fara til hús

Jóhan á Plógv Hansen sat tvær ferðir ein tíma á danska EM beinkinum og bíðaði eftir at sleppa upp í part. Tolin trívst plagar at verða tikið til. Í kvøld varð Jóhan skiftur inn seint í fyrra hálvleiki, og hann var á vøllinum allan seinna hálvleik, tá ið Danmark vann 31 – 28 ímóti Russlandi.

Jóhan takkaði fyri tilboðið og skoraði fýra mál í seinna hálvleiki í fyrstu royndini í EM endaspælinum. Hetta var samstundis síðsti møguleikin hjá honum og hinum á danska liðnum í hesi kappingini. Hóast fulla úrtøku ímóti Russlandi eru danir á veg til hús.

Ísland tapti í kvøld 24 – 18 ímóti Ungarn. Tað ber við sær, at Ungarn heldur fram í kappingini við tveimum stigum, og at Ísland heldur fram í kappingini við ongum stigi. Russland og Danmark eru varpað úr kappingini.