18 ára gamli Jóhan Á Plógv Hansen skoraði í gjár fýra mál fyri Skanderborg í bestu donsku hondbóltsdeildini, móti danska landsliðsmálverjanum Jannick Green.
Heimasíðan hjá Skanderborg skrivar, at ungi føroyski vongurin Jóhan Á Plógv Hansen, byrjaði fyri fyrstu ferð inni hjá Skanderborg og spældi ein sera góðan dyst móti Bjerringbro-Silkeborg. U18 spælarin, sum flutti inn á SHEA fyri hálvum triðja ári síðani, skoraði uppá allar sínar fýra møguleikar.
- Í álopinum gekk tað heilt væl, men eg hevði nakrar støður í verjuni, har eg gav Casper U. Mortensen ov lætt spæl, og tað meini eg ávirkaði mítt avrik í dystinum. Eg eri her fyri at læra og í dag var ein dystur, sum gav einum ungum leikara sum mær, hár á bringuna. Allar minuttirnir eg fái, brúki eg til at fyrireika meg til lívið sum yrkishandbóltspælari, sum byrjar í summar. Tað gevur sjálvsálit, tá ið øll skotini fara í mál. Eg vóni, at eg havi gjørt tað nóg væl til at fáa fleiri minuttir á besta liðinum tað, ið er eftir av kappingini, sigur Jóhan Á Plógv Hansen.
Dysturin endaði 32-26 til Bjerringbro-Silkeborg. Skanderborg liggur á 10. plássi við 15 stigum, meðan Bjerringbro-Silkeborg liggja næst fremst við 39 stigum.
Mynd: (www.hsf.fo)
(Skrivað hevur Rasmus Rosendahl Rasmussen, 9.a Hoyvíkarskúla)