HONDBÓLTUR
Seinastu árini hevur tað verið Jústinus Justinussen, sum hevur staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá StÍF, men nú tá hann hevur takkað fyri seg, er tað ein nýggjur maður, sum skal standa við róðri. Talan er um Jóhan Danielsen, sum helst man vera mest kendur fyri at hava vart málið hjá bæði StÍF og Kyndli.
Nýggi venjarin sigur seg vera ógvuliga spentan til uppgávuna sum venjari.
- Ja, hetta verður ógvuliga spennandi. Eg føldi meg nokk so ferdigan sum spælara, og tí haldi eg tað vera sera spennandi at fara undir eina slíka uppgávu.
Jóhan ætlar eisini at gera sítt til fyri at styrkja um liðið hjá strandakvinnum.
- Eg ætli mær at royna at útvikla liðið so væl, eg klári. Hetta er eitt spennandi lið við nógvum góðum, ungum leikarum, og eg fari at gera mítt besta fyri at fáa sum mest burtur úr liðnum, staðfestir nýggi venjarin at enda.