Jóhan á Plógv skipar fyri hondbóltsskúla í Føroyum

Heimsmeistarin vil geva nakað aftur til børn og ung í Føroyum

Heimsmeistarin í hondbólti, Jóhan á Plógv Hansen, ætlar sær at skipa fyri einari venjingarlegu í Føroyum í summar.

Venjingarlegan fer at eita JPH Camp, og til ber at melda seg til longu nú á heimasíðuni jphcamp.fo (trýst) .

 

Tað verður ikki bara Jóhan á Plógv Hansen, ið kemur at læra frá sær. Við sær hevur hann fingið liðfelagan, Michael V. Knudsen, ið fyri tíggju árum síðani taldist millum fremstu leikararnar í heiminum.

 

Venjingarnar vera fyri aldursbólkarnar U10 – U12, og fyri U14 – U16, og tað verða tveir dagar við nógvari venjing, fyrilestrum, kappingum og øðrum, sambært heimasíðuni.

Eisini verður greitt frá, at venjingarnar fara at leggja dent á menning av førleikum hjá einstøku leikarunum, og fara í stóran mun at fylgja tí venjingarleisti, sum er vanligur í Danmark og øðrum londum.

 

-Grundarsteinurin til mítt hondbóltslív varð lagdur í Føroyum, og hetta hevur givið mær nógvar einastandandi upplivingar. Eg vil nú fegin geva nakað aftur til børn og ung í Føroyum, sum eisini hava hug at menna sínar hondbóltsførleikar, skrivar Jóhan á Plógv Hansen á jphcamp.fo

 

Venjingarlegan fer fram 21. til 23. juni í Høllini á Hálsi.

Kostnaðurin er  995 krónur og pláss er fyri 84 luttakarum í hvørjum av teimum tveimum aldursbólkunum.