Føroyingurin á danska landsliðnum tekur næsta stigið í hondbóltsleið síni eftir hetta kappingarárið.
Eftir at hava bitið seg fastan á danska landsliðnum, og fingið viðurkenning sum ein hin besti høgri vongurin í donskum hondbólti, skiftir Jóhan á Plógv Hansen til eitt felag, ið ikki er í Danmark.
Týsk feløg, og serliga størsta týska felagið í søguni, THW Kiel hevur seinastu vikurnar verið sett í samband við Jóhan á Plógv Hansen, men núverandi felag hansara, Bjerringbro-Silkeborg váttar bert at talan er um eitt "útlendskt" felag.
Fastur høgri vongur í THW Kiel hevur seinastu árini verið svenska heimsstjørnan, Nicklas Eckberg.