Jóhan á Plógv skal verja heimsmeistaraheitið

Jóhan á Plógv Hansen er úttikin til danska landsliðshópin, sum skal verja HM-gullið í Egyptalandi

Landsliðsvenjarin hjá danska manslandsliðnum, Nikolaj Jacobsen, hevur úttikið landsliðið, sum skal verja HM-heitið frá endaspælinum í Danmark í 2019. Millum teir tjúgu spælararnar er Jóhan á Plógv Hansen. Tað eru 27 dagar til fyrsti dysturin verður í HM-endaspælinum, sum hesa ferð verður í Egyptalandi.

Danmark er í bólki saman við Argentina, Bahrain og D.R. Congo. HM endaspælið verður frá 14. til 31. januar. Fyri fyrsti ferð eru 32 lond við til HM-endaspælið. Av tí sama eru landsliðshóparnir farnir frá 16 til 20 spælarar.

Málverjar:

Niklas Landin, THW Kiel

Kevin Møller, FC Barcelona

Emil Nielsen, HBC Nantes

Vengur:

Magnus Landin, THW Kiel

Emil Jakobsen, GOG

Lasse Svan, SG Flensburg-Handewitt

Jóhan á Plógv Hansen, TSV Hannover-Burgdorf

Strikuspælarar:

Anders Zachariassen, GOG

Henrik Toft Hansen, Paris St. Germain Handball

Simon Hald, SG Flensburg-Handewitt

Magnus Saugstrup, Aalborg Håndbold

Bakkar:

Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold

Mikkel Hansen, Paris St. Germain Handball

Morten Olsen, GOG

Mads Mensah, SG Flensburg-Handewitt

Jacob Holm, Füchse Berlin

Lasse Andersson, Füchse Berlin

Nikolaj Øris, Bjerringbro-Silkeborg Håndbold

Mathias Gidsel, GOG

Nikolaj Læsø, Aalborg Håndbold