Nýstovnaða føroyska A-landsliðið í hondbólti er bjóðað til Póllands, har kapping er á skránni fyrst í november. Mótstøðuliðini verða B-landsliðini hjá Danmark og Póllandi og síðani A-landsliðið hjá Estlandi.
Hópurin til B-landsliðið hjá Danmark til hesa kapping er longu úttikin. Har er serliga vert at leggja til merkis, at í danska hópinum er ein føroyingur, sum skal spæla ímóti Føroyum. Talan er um Jóhan á Plógv Hansen, ið fyri stóran part er uppvaksin í Føroyum, men fyri nøkrum árum síðani fór til Danmarkar at royna seg á hægri støði í hondbólti.
Jóhan á Plógv valdi eisini at gagnnýta møguleikan at spæla við danska landsliðnum, tá ið lítið og onki bleiv gjørt burturúr føroyskum landsliðshondbólti. Nú verður tó meira gjørt við hondbóltslandsliðini, og tað merkir, at upprunaliga føroyski Jóhan á Plógv Hansen er komin í ta løgnu støðu, at hann skal spæla landsdyst ímóti sínum landsmonnum.
Kappingin í Póllandi verður spæld í døgunum 4.-6. november. Føroyski hópurin er ikki úttikin enn.