Orsøkin er skaðin hjá Lasse Svan, sum sigur, at hann valla verður klárur til dystin ímóti Íslandi leygardagin.
Hann hevur skaðar bæði í økslini og tjúkkanum.
– Tað er ósannlíkt, at eg veri við. Eg vóni sjálvandi, at okkurt gott fer at henda næstu tveir dagarnar, men sum støðan er spæli eg ikki, sigur Lasse Svan sambært Ritzau.
Danski landsliðsvenjarin, Nicolaj Jakobsen, fer fríggjamorgunin at taka út endaliga liðið, og tá verður greitt, um Jóhan á Plógv verður við. Hann hevur verið triðja valið seinastu tíðina aftan á Hans Lindberg og Lasse Svan. Tí er ógvuliga sannlíkt, at Jóhan á Plógv Hansen verður við, um Lasse Svan ikki verður tøkur.