Um eg líti aftur um bak, so er hesin Skopuningurin ikki hvør sum helst.
Jóhan Petur settist í búgv norðuri við vatnið í Skopun, saman við konuni Fríðgerð, fødd Debes, frá Gjógv. Saman fingu tey børnini Ketty, Thomas, Ásbjørn Fríðálv, Fróðan og Guðrun.
Tey hava havt eitt trygt heim, saman við sínum foreldrum.
Jóhan Petur var ikki borin til festið, sum oftast er, men mátti við sínum treiskni og við sínum serligu arbeiðsevnum berjast fyri øllum.
Men byrjanin til arbeiðsdagin hjá Johan Petur, var sjógvurin, har var hann at meta millum teir fremstu á skipsdekki.
Men um eg vendi aftur til tað starv, sum gjørdist hansara lívsstarv, saman við konuni Fríðgerð.
Sum festið “Høvdarhagagarðurin”, eg veit ikki um Jóhan Petur hevur angra ta avgerðina, havi ongantíð spurt hann, tí maðurin er av sera fáum orðum. Men eitt vita øll, maðurin kom ikki til skorin klæðir, men smoygdi upp um armar, dyrkaði upp úr nýggjum, nýtt fjós, men sjálvt um maðurin hevur arbeitt sum ein hestur, fyri at fáa virksemið at vignast, vita øll, at tungt er at fáa rakstur í landbrúk.
Hesin maðurin hevur sýnt dugnaskap í sinum yrki.
Tá sýningarnar eru í Sandoynni, fer Jóhan Petur við øllum fyrstu-premiunum, bæði við seyði og haga.
Ofta verður tosað um lagnuna, men um skrivbenturin skal brúka tað orðið lagna, so var hon hørð við Jóhan Petur, á sjónum. Hann var við Tungufossi túrin í Íslandi, tá báturin mundi gingið burtur.
Men sum skilmaðurin Eliesar Hentze, sáli, mangan segði, tað var eitt ljós sum lýsti og var tað kumpasljósi og kós var sett eftir tryggari havn.
Og sum norska skaldið yrkti so beinrakið “uden den himlske losen ombord”
Í ’67 var Jóhan Petur við Nólsoyar Páll, tá skipið fekk ein stóran skaðasjógv og mundi gingið til grundar, í hesum raknaroki sjólótust 4 menn, har ímillum systkinabarnið hjá Jóhan Petur, hetta mundi níva fast.
Foreldrini hjá Jóhan Petur vóru Ketty og Ásbjørn, tey høvdu bæði sera stóran áhuga í landbrúki, Asbjørn var altíð klárur at vera við, tá lunnar vóru lagdir undir Høvdarhagagarðin.
Ikki skal gloymast tann savnandi megin, tey høvdu í familjuni, jú, familjan stóð saman og tað er styrki.
Jóhan Petur hevur eisini havt onnur álitisstørv, hann var arbeiðsformaður á Sólaris og seinni vrakari.
Hann var kommunustýrislimur frá ’80-84, eisini var hann ein av teimum leiðandi í Betania í nógv ár.
Jú, ein sannur álitismaður.
Nú er tað sonurin Fróðin, sum verður næsti bóndin á garðinum.
Góði Jóhan Petur, hjartaliga tillukku við sjeytiára dagum
Góða Fríðgerð, tillukku við manninum, eg ynski tykkum Guds signing.
Tá Harrin Jesus er við, kann eingin verða ímóti.
---
Heilsan
Í. B.