Ein, sum er øgiliga fegin í dag, er Jóhan Petur á Stongum, sum bæði hevur vunnið steyp sum venjari hjá kvinnunum og spælari hjá monnunum, men eftir dystirnar viðgongur hann, at møði er komin á hann.
- Fyrri dysturin bleiv so øgiliga langur, og tá bleiv tað tungt at fara í gongd beinanvegin at spæla sjálvur. So var heldur ongin blusa til mín, tí hon lá eftir í Sørvági, men tíbetur slapp eg at spæla í einari aðrari, grínur dupulti steypavinnarin.
Tað sá annars beinanvegin út til, at SÍ fór at strúka við sigrinum hjá monnunum, tá teir høvdu vunnið bæði fyrstu settini, men triðja settið vunnu klaksvíkingar.
- Eftir sum Jón Nielsen spælir við Mjølni, so kann eg siga sum hann segði í 2007. Tá mann hevur vunnið tvey sett ímóti einum liðið, sum er nógv verri enn ein sjálvur, so má mann lata teir fáa okkurt, er nakað av tí, sum Jóhan Petur á Stongum, sigur um tað, sum hendi í triðja setti.
Bæði liðini hjá Jóhan Peturi á Stongum hava nú gull í steypakappingini, og nú ivast hann ikki um landskappingina.
- Nú koma bæði liðini í finaluna, so nú fáa vit gull í landskappingini eisini, sigur venjarin og spælarin.