Jóhan Petur er skipsprestur á heimsins størsta hospitalsskipi

TRÚARLÍV: Hesar seinastu vikurnar hevur 39 ára gamli havnamaðurin, Jóhan Petur Johannesen verið partur av manningini umborð á hospitalsskipinum “African Mercy”.

 

Umborð á skipinum eru 78 seingjarpláss, seks skurðstovur og aðrir fasilitetir, ið einum slíkum 152 metrar longum skipi tørvar. Hetta er samstundis heimsinst størsta ikki-statsrikna hospitalsskip. Við skipinum eru væl omanfyri 400 fólk úr mongum tjóðum og tungmálum – teirra millum føroyskt.

 

Uppgávan hjá Jóhan Peturi er at virka sum skipsprestur fyri manningina umborð, nú tey hava ligið í Las Palmase, har umvælingar eru gjørdar seinastu mongu vikurnar. Hesum arbeiði líður nú so væl, at skipið um eina viku kann leggja leiðina til afrikanska landið Kongo, har stórar uppgávur bíða teimum.

 

Slagorðið hjá felagsskapinum Mercy Ships, ið eigur skipið, er at bera vón og grøðing til tey ið hava tørv á tí.

 

Jóhan Petur fer tó ikki sjálvur við skipinum til Afrika. Hann fer av skipinum týsdagin í næstu viku, áðrenn hann í næsta mánaði skal við einum toymi av ungfólki, ið skal virka í Moldova eitt tíðarskeið.

 

- Men hvør veit, - kanska man fer við sum avloysari, meðan skipið er í Kongo, sigur hann við Portalin.

 

 

 

Mynd:

 

Jóhan Petur Johannesen, ið er útbúgvin lærari, hevur áður siglt við skipinum hjá Mercy Ships. Henda myndin er frá 2008