Jóhan Petur Davidsen, fyrrverandi leiðandi yvirlækni, hevur fingið fult viðhald í tænastumannakannigini, sum Fíggjarmálaráðið fekk gjørda av hansara starvsviðurskiftum Jóhan Petur Davidsen, fyrrverandi leiðandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, hevur fingið fult viðhald í tænastumannakannigini, sum Fíggjarmálaráðið fekk gjørda av hansara starvsviðurskiftum, og sjúkrahúsleiðslan kann nú rokna við endurgjalskravi. Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.
Málið snýr seg í stuttum um, at Jóhan Petur Davidsen undir verkfallinum, sum var í oktober 2005, framdi fleiri skurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum, hóast leiðslan hevði givið boð um at bíða til eftir verkfallið. Hann fekk eina ávaring og bleiv seinni koyrdur frá sum leiðandi yvirlækni.
Men niðurstøðan í kanningini er, at avgerðin at degradera Jóhan Petur Davidsen til vanligan yvirlækna og geva honum ávaring, var ólóglig.
Sakførari hansara hevur boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at endurgjaldskravið ikki bert fer at snúgva seg um mista inntøku, men eisini um endurgjald fyri tort, umframt endurgjald fyri sakarmálskostnað.










