Jóhan Nielsen skal venja 07 Vestur

Hegga Samuelsen er givin í 07 Vestur í kvøld, og tveir minuttir seinni kunngjørdi felagið, at Jóhan Nielsen er nýggjur venjari. Tað hendir mangt og hvat í føroyskum fótóblti í løtuni. Meðan ÍF framvegis leitar eftir venjara, so boðar 07 Vestur frá broytinum í venjarastarvinum.

 

07 Vestur og Jóhan Nielsen hava í kvøld undirskrivað sáttmála, ið inniber at Jóhan Nielsen skal standa við evstu ábyrgd av Vodafone liðinum, tað, ið eftir er av kappingini.

Eingin ivið er um venjaradygdir hansara, mongu heiðursmerkini eru væl prógv um hesar. Jóhan hevur ført fleiri feløg til tops í føroyskum fótbólti, og gjørdi serliga um seg gyltu tíðina hjá GÍ í nítiðárunum, skrivar 07 Vestur í tíðindaskrivi í kvøld.

 

07 Vestur skrivar víðari; Í kvøld hava 07 Vestur og Hegga, høvuðsvenjari felagsins, avgjørt at slíta samstarvið við virknaði beinanvegin.

Hegga hevur staðið á odda fyri 1. liðið felagsins síðan í fjør, tá honum eydnaðist at føra liðið upp aftur í Vodafone eftir bert eitt ár í 1. deild, við at vinna 1. deild framman fyri kappingarneytarnar úr KÍ og TB.

07 Vestur og Áki Johansen, ið hevur verið hjálparvenjari hjá Hegga hetta kappingarárið, hava eisini avgjørt at endað samstarvið.

 

07 Vestur liggur á næstaftasta plássi í Vodafone við átta stigum.