Jóhan á Plógv Hansen og danska meistarafelagið Bjerringbo-Silkeborg, eisini nevnt BSV, skal í Champions League komandi kappingarár spæla móti liðnum sum FC Barcelona, Paris Saint-Germain, SC Flensburg Handewitt og THW Kiel, skrivar DR í dag.
Umframt hesi liðini, so eru eisini silvurvinnararnir frá Champions League, Veszprem, eisini í bólkinum saman við Kadetten Schaffhausen og Orien Wisla Plock.
Sambært donskum miðlum er talan um sannan ”dynamitbólk”, sum tað mangan verður tikið til, tá fleiri góð lið eru í sama bólki.
- Sum upplivilsi er hetta eitt framúr lutakast, men tað er stórt um vit klára at koma víðari úr bólkinum, sigur Peter Bredsdorff-Larsen, venjari hjá BSV.
Seks lið koma víðari úr bólkinum, sum telur átta lið. Venjarin metur, at FC Barcelona (Spania), Paris Saint-Germain (Frakland), Veszprem (Ungarn), SC Flensburg Handewitt(Týskland) og THW Kiel (Týskland) koma víðari á fimm teimum fremstu plássunum.
So er tað upp til Jóhan á Plógv Hansen og BSV at takast við sveisiska Kadetten Schaffhausen og Wisla Plock úr Póllandi.