Jóhan Hendrik Ellefsen er nýggjur kommunustjóri

Vága býráð samtykti á býráðsfundi tann 29. mai, at seta Jóhan Hendrik Ellefsen sum kommunustjóra í Vága kommunu

Jóhan Hendrik Ellefsen er útbúgvin sum Cand. Jur. á Universitetinum í Keypmannahavn.

Nýggi kommunustjórin hevur starvast sum løgfrøðingur hjá Vørn og Sjóvinnustýrinum, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Keel Solution ApS, Keypmannahavn, og hann hevur verið starvslesandi á Løgmansskrivstovuni.

Jóhan Hendrik er 32 ára gamal og býr saman við unnustu síni í Miðvági. Tey eiga tvey børn, skrivar Vága kommuna á heimasíðuni.