Tað er nú greitt, at Jóhan Christiansen heldur fram sum borgarstjóri í Eysturkommunu í fýra ár afturat.
Tjóðveldi, Javnarðarflokkinum og Framsókn hava beint nú sent eina fráboðan, har tey staðfesta, at tey hava skipað samgongu í Eysturkommunu.
Tey staðfesta eisini, at Jóhan Christiansen í Tjóðveldi heldur fram sum borgarstjóri og Árni Jacobsen úr Javnaðarflokkinum verður varaborgarstjóri, og nú fara tey at skipa nevndirnar.
Teir tríggir flokkarnir hava seks av níggju kommunustýrislimum, men teir tríggir í Folkaflokkinum sita sostatt í andstøðu.