Í nógv ár arbeiddi Jóhan Davidsen hjá Tom Hellisdal, sum hevði ruskinnsavningina í Havn.
Men fyri tveimum árum síðan fór ruskinnsavningin yvir á aðrar hendur, og har stóð Jóhan við ongum arbeiði.
Hann legði seg ikki inni fyri tað. Tíðliga hvønn morgun er hann farin oman eftir Villingardaksvegnum og Varðagøtu oman í býin.
- Eg plagdi at fáa mær ein kaffimunn onkrastaðni og gekk annars bara og prátaði við fólk, sigur Jóhan.
Hann hevur tí altíð verið sjónligur í Havn og tíðindafróur sum nakar.
Frætti um arbeiði
Hóast stóra arbeiðsloysið misti hann ongantíð vónina um at fáa arbeiði aftur, og ein dag hendi nakað.
- Eg var á aðalfundinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, og har kom eg at sita undir liðini á einum manni, sum arbeiddi í reinhaldinum í Havn. Hann segði mær, at hann skjótt fór frá, tí hann fylti 67 ár, sigur Jóhan Davidsen.
Beinanvegin fór hann at spyrja um at kunna taka yvir, tá ið hesin maðurin gavst, og væl bar til. Tá var Jóhan fegin.
Fyrst í mai byrjaði hann í nýggja arbeiðinum.
- Hevði eg ikki fingið arbeiði nú, var eg helst skjótt endaður undir Almu, tí eg havi verið so leingi í Als, sigur Johan, sum er ovurfegin um at vera sloppin aftur til arbeiðis.
Hann møtir hvønn morgun klokkan sjey á gomlu brandstøðini við Varðagøtu og arbeiðir til klokkan 15. Onkuntíð arbeiðir hann eisini leygardag og sunnudag.
Arbeiðsamboðini eru ein hjólbøra, ein klípari, kustur og spaki.
Hann fer víða í býnum. Hann er í Gundadali, í Steinatúni, á Vaglinum og annars niðri í býnum. Nógv gongd, men Johan er vanur at ganga og er lættur til beins.
- Býurin er vanliga hampiligur, tá ið eg møti um morgunin, men tað er altíð okkurt at taka upp sum proppar, sigarettstubbar og onkur brotin fløska, sigur Johan.
Um vikuskiftið er ofta meira, og tá liggja eitt nú pitsabakkar á vegnum. Uttan fyri skeinkistøðini liggur altíð eitt sindur av hvørjum.
Sunnumorgun verður serliga væl ruddað, tí tað skal vera ruddiligt, tá ið fólk fara í kirkju.
Jóhan kennir nógv fólk, og tí fær hann eisini mangt prátið, meðan hann tekur upp rusk á Havnar gøtum.
- Mær dámar væl at práta, og nógv fólk kenna meg frá tíðini, tá ið eg arbeiddi í ruskinnsavningini.
Hann hevur fast starv.
- Um eg havi heilsuna, havi eg hetta arbeiðið í 10 ár aftrat, sigur Jóhan, sum vanliga verður nevndur Jóhan í Æðuvík.









