Tá ið tað restaðu tíggju minuttir í Runavík sunnudagin, varð Jóhan Troest Davidsen settur inn á NSÍ liðið. Hetta var fyrsta ferðin, at blaðungi spælarin var á besta NSÍ liðnum í landskappingardysti. Hann loysti Andy A. Olsen av. Andy beit seg fastan í besta NSÍ hópinum í fjør.
Jóhan hevur verið á U?17 landsliðnum, og hann hevur verið uttanlands og royndarvant ? eitt nú í Brøndby. Troest boðar frá, at gamli fimleikarin og svimjarin Kaj Aage Troest er abbi hansara. Davidsen sigur, at pápin er Fróði Davidsen. Í Kramer tíðarskeiðnum mitt í og seinnapartin av áttati árunum var Fróði ungur og evnaríkur B68 miðvallari.