Dysturin á Svangaskarði millum B68 og B36 var tann seinasti í hesum umfarinum hjá Jóhan V. Gunnarsson. Í fjør fekk spælarin sítt veruliga gjøgnumbrot á Formula-liðnum hjá B36, og tó at hann var í Danmark part av árinum í ár, so kom hann beint inn á liðið, tá flytingarvindeygað aftur lat upp. Nú gongur leiðin tó aftur til Danmarkar og universitetslesna, og tá ber illa til at røkja Formula-skyldur fyri føroyskt felag.










