Jóhan á Plógv Hansen er danmarksmeistari í hondbólti saman við liðfeløgunum í Bjerringbro-Silkeborg. Tað er greitt, eftir at teir í kvøld vunnu samlaðan sigur ímóti Team Tvis Holstebro.
Bjerringbro-Silkeborg hevði vunnið sær frálíkt útgangsstøði frá fyrru finaluni, tá teir á heimavølli vunnu 27-20. Í kvøld var eitt skert Team Tvis Holstebro-lið við yvirlutan og vann 26-25.
Tó eru tað Jóhan og teir í Bjerringbro-Silkeborg, sum hava vunnið DM-heitið við einum samlaðum 52-46-sigri. Jóhan á Plógv Hansen var eyðsýndur á høgra vongi í kvøld, haðani hann skeyt fimm mál.
Umframt at vinna sær gullheiðursmerkið í donskum hondbólti, so hevur Bjerringbro-Silkeborg eisini tryggjað sær Champions League-luttøku næsta kappingarár.