Jóhan er besti vongur í Evropa

EHF hevur kosið Jóhan á Plógv Hansen sum besta høgra vong í fjórða umfari av Champions League.

 - Hetta var ikki besta umfarið hjá høgru vongunum, men Jóhan Hansen vinnur tilnevningina millum teir 7 bestu, sigur EHF.

 

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir vunnu ein tryggan sigur, 33 – 24, á Orlen Wisla Plock úr Pólandi seinnapartin í gjár í Champions League bólkaspælinum.

 

Hetta var ein sera týdningarmikil sigur í bólkaspælinum og Bjerringbro-Silkeborg eru nú trý stig framman fyri Wisla Plock, sum eru mettir at vera millum harðastu kappingarneytarnar í stríðnum at koma víðari úr krútsterka bólkinum.

 

Jóhan á Plógv Hansen hevði ein góðan dyst á høgra veingi. Seks mál gjørdist tað til at enda, og tað var nokk til, at EHF hevur valt at seta hann á dagsins lið.

 

Eftir fýra dystir liggur Bjerringbro-Silkeborg á fjórða plássi í bólkinum við fýra stigum. Átta lið eru í bólkinum og fimm tey fremstu koma víðari. Sunnudagin verður enn ein risa avbjóðing fyri Bjerringbro-Silkeborg og Jóhan á Plógv Hansen, tá Paris Saint Germain og Mikkel Hansen skulu basast.