Jóhan Dahl vildi tað øðrvísi

Leingi hevur ætlanin verið at gevast við kynbótaarbeiði á Lívfiskastøðini í Skopun og avgerðin um, at hetta arbeiði skuldi halda uppat, er langt síðan tikin. Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur tó havt eina aðra áskoðan og hevur hildið, at tá vit hava eina vælvirkandi alivinnu í Føroyum, sum hevur stóran samfelagsligan týdning, er tað ikki rætt at gevast við lívfiskaarbeiðnum í Føroyum.

Við Portalin sigur landsstýrismaðurin, at hann regulert steðgaði ætlanunum um niðurlegging.

- Eg fekk ein dialog í lag millum Vinnumálaráðið, alivinnuna og Fiskaaling um lívfiskin. Úrslitið av hesum er, at ein samarbeiðsavtala nú er gjørd millum Fiskaaling øðrumegin og norska felagið SalmoBreed hinumegin um, at kynbótaarbeiði og framleiðsla av rognum skal halda fram í Føroyum ? í tøttum samstarvi millum partarnar.

Jóhan Dahl sigur, at hann helt avgerðina um at gevast við kynbótaarbeiði í Føroyum vera skeiva. Tí gjørdi hann av at steðga hesum ætlanum.

Herfyri sendi Fiskaaling so út tíðindaskriv um samarbeiðsavtaluna, sum Fiskaaling og SalmoBreed hava gjørt.

Avtalan ber í sær, at SalmoBreed tey næstu trý árini skal veita Fiskaaling útvald rogn, sum eru kynbøtt eftir teimum ynskjum, sum føroyska alivinnan hevur.

Henda avtala kemur longu í gildi í vetur. Fiskaaling fer at klekja rognini við Áir og síðani ala yngulin til lívfisk á støðini í Skopun, til hann verður strokin og rognini seld, fyrst og fremst til føroysku alivinnuna. 

Í fráboðanini verður sagt, at avtalan millum partarnar fyribils er galdandi í fýra ár, og føroyskir alarar kunnu vænta sær tey fyrstu rognini av hesi framleiðslu á heysti um tvey ár.