Fiskidagar
Andstøðan á tingi eigur við formanninum Jóhan Dahl meirilutan í vinnunevnd løgtingsins. Kortini hevur formaðurin sum annar av minnilutunum í nevndini sítt egna uppskot um fiskidagar fyri komandi fiskiár, har hann mælir til, at allir veiðibólkar verða skornir við 10%.
Jóhan Dahl tekur heldur ikki undir við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Tórbirni Jacobsen, sum upp á forhond ætlaði at taka 5.000 dagar frá bólki 5 – umframt, at hann hevur skotið upp á skerja alla húkaveiði og harvið eisini útróðrarflotan við 50%.
- Eg meti, at støðan í fiskivinnuni av sær sjálvum fer at hava við sær eina minking av veiðini á landleiðini, og at veiðitrýstið tí sum heild fer at minka meira, enn skerjingin av døgum viðførir.
Jóhan Dahl mælir í sínum uppskoti til, at Føroyabanki verður totalfriðaður komandi fiskiár – við somu knattastøðum, sum vóru galdandi fyri verandi fiskiár . Hann heldur eisini, at neyvar stovnsmetingar mugu gerast av bankanum komandi fiskiár.
Sami leistur
- Fyri at kunna áseta eitt fiskidagatal fyri botnfiskaflotan undir Føroyum, sum er burðardygt og røkkur veiðisetninginum um, at í mesta lagi 33% av hvørjum stovni í tali verður fiskað á hvørjum ári, má fiskidagatalið roknast út eftir sama leisti, sum tá ið dagarnir á fyrsta sinni vórðu ásettir í 1996.
Jóhan Dahl heldur, at Fiskirannsóknarstovan eigur at rokna út fiskidagatalið fyri hvønn skipabólk eftir sama frymli, sum varð nýttur í 1995-1996, og síðan skal rætta dagatalið finnast, sum røkkur veiðisetninginum.
- Til hetta verða nýttar tær uppgerðir av veiði og nýtslu av døgum upp á hvønn skipabólk, sum Fiskiveiðieftirlitið almannakunnger.
Minnilutin heldur, at Fiskirannsóknarstovan eisini eigur at gera metingar um, hvussu stongdu leiðirnar undir Føroyum og ásetingarnar um meskavídd ávirka, hvussu nógv verður fiskað av ymisku fiskastovnunum.
- Fyri at røkka hesum setningi, er neyðugt, at Fiskirannsóknarstovan nýtir neyðuga orku til tað arbeiði, sum er neyðugt at gera.
Jóhan Dahl vísir til staðfestingina um, at 33%-reglan er burðardygg og í samljóði við fyrivarnisregluna.
- Hetta er sera týdningarmikið fyri umdømið hjá føroyskari fiskivinnuumsiting, og tí er neyðugt at fáa skipanina tillagaða soleiðis, at útrokning av veiðievni verður samsvarandi hesum.
Økt eftirlit
Løgtingsmaðurin heldur, at neyðugt er eisini at økja um eftirlitið hjá Fiskiveiðieftirlitinum, og í hesum sambandi nevnir hann serliga eftirlitið við hjáveiði hjá uppisjóvarflotanum og fremmandum skipum í føroyskum sjógvi annars.
- Samstarvið millum Fiskiveiðieftirlitið og Fiskirannsóknarstovuna eigur at verða styrkt, og neyðug játtan eigur í hesum sambandi at verða fingin til vega, sigur Jóhan Dahl, løgtingsmaður og formaður í vinnunevnd løgtingsins.