Jóhan Dahl fekk 1073 undirskriftir

Sandoyingar og suðuroyingar mótmæla skerjingum hjá Strandferðsluni

Á fyrsta fundinum hjá Teista­nevndini á Sand­oynni á Keldu í Skálavík miku­kvøldið fekk Johan Dahl, lands­týris­maður í vinnu­málum 1.073 mót­mælis­undirskriftir, sum eru savnaðar millum sandoy­ingar og suðuroyingar at mót­mæla skerjingum í túra­tal­inum hjá strand­fara­skipunum.
Sandoyingar og suður­oyingar hava savnað undir­skriftir inn í eitt styttri tíðar­skeið, og tað var Annika Joensen úr Skopun, ið er ein av stigtakarnum til undir­skriftainnsavnanina, ið handaði Jóhan Dahl tær 1.073 undirskriftir.
Annika Joensen segði mill­um annað, at um túra­talið verður skert, so kemur tað at raka meint, ser­liga í Sandoynni, tí at megin­parturin av sand­oyggjafólki ar­beiða í Havn, og fleiri ar­beiða í skeivum vaktum.
Jóhan Dahl segði seg skilja støðuna og takkaði fyri undirskriftirnar.