TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við miðverjan og veteranin hjá B68, Jóhan Dávur Højgaard aftaná B68 og AB høvdu leikt javnleik 2-2.
Hóast B68 vann seg aftur í dystin, og heintaði inn 2-0 leiðsluna hjá AB, so er Jóhan Dávur Højgaard ikki nøgdur, tí hann heldur, at teir í B68 forera AB tvey mál. Miðverjan sigur seg ikki skilja hví teir í B68 altíð koma so seint í gongd, aftaná hini liðini hava lagt seg á odda, og tað er ein trupuleiki, sum arbeiðast má við.
Jóhan Dávur Højgaard staðfestir, at teir komandi dystirnir ímóti TB, ÍF og Skála mugu vinnast, so B68 kann vinna seg uppum niðurflytingastrikuna.