Nývalda býráðið í Eysturkommunu hevur havt fund í dag, har tey hava skipað seg. Tað beiv einmælt samtykt at velja Jóhan Christiansen til borgarstjóra og Oluffu Joensen til varaborgarstjóra.
Samtykt bleiv eisini at komandi fýra árini verða fimm fastar nevndir í Eysturkommunu tær eru:
Fíggjarnevnd, Byggi- og býarskipanarnevnd, Mentanarnevnd, Vinnunevnd og Trivnaðarnevnd.
Tað bleiv einmælt samtykt at manna nevndinar soleiðis:
Fíggjarnevndina
Jóhan Christiansen, formaður
Brandur Jacobsen
Hjalti Dalheim
Byggi- og býarskipanarnevndina
Hanus Jacobsen, formaður
Ólavur Olsen
Hanna Jensen
Trivnaðarnevndina
Emma Rasmussen, forkvinna.
Ólavur Olsen
Oluffa Joensen
Vinnunevndina
Árni Jacobsen, formaður
Hanus Jacobsen
Brandur Jacobsen
Mentanarnevndina
Hanna Jensen, forkvinna
Hjalti Dalheim
Emma Rasmussen
Eisini bleiv samtykt, at Árni Jacobsen umboðar Eysturkommunu í IRF og í SEV.
Nýggja býráðið í Eysturkommunu skipar seg formliga á almennum fundi hósdagin 22. november kl. 16.30