Jóhan Carl Dam slapp ikki á tjóðveldislistan

Á 3. uppstillingarfundi hjá Tjóðveldi í gjárkvøldið vóru 19 uppskot í at velja til tey 17 plássini, sum kunnu vera á uppstillingarlista til Tórshavnar býráð. Tí var neyðugt við atkvøðugreiðslu til tess at velja tvey frá, sum ikki sluppu upp í part.

 

Annar teirra, ið varð vigaður og funnin ov lættur, var Jóhan Carl Dam, næstformaður í Havnar Arbeiðarafelag. Hesum boðar hann frá á Facebook:

 

– Eg vil hervið gera vart við, at eg tíverri gjørdist ov stuttur eftir 3. uppstillingarfundin, sum varð hildin á Pernassinum í kvøld. So eg veri tí ikki partur av toyminum, sum nú skal dystast um, at sleppa í Tórshavnar Býráð.

 

– PS. Eg eri sera keddur um, at eg ikki kundi halda áfram við tí, eg brenni fyri, skrivar hann.