Fyrradagin fylti landsliðsbakkurin og heimafturkomni NSÍ-spælarin, Jóhan Troest Davidsen 30 ár. Í dag vitjaði hann fótbóltspanelið í SportBoxini hjá Rás2.
Saman við vertinum, Tróndi Arge fór Jóhan Troest Davidsen eina minnisferð har róð var aftur á tað, sum Jóhan hevur upplivað sum fótbóltsspælari.
Í hálvtannað ár var Jóhan Troest Davidsen lærlingur í Everton. Hann staðfestir í dag, at tað var eitt mistak, at fara til Everton bert 16 ára gamal. Jóhan angrar, at hann ikki gavst beinavegin og heldur leitaði sær til eitt útlendskt felag, sum hevði passað betur til hann og hansara spælistíl.
Prátið snúði seg eisini um minniligu løturnar Jóhan Troest Davidsen hevur havt við NSÍ og HB, umframt upplivingar Jóhan hevur havt við A-landsliðnum og U21-landsliðnum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fótbóltspanelið, sum var partur av SportBoxini á Rás2 í dag.










