Orðatakið sigur, at deyðin hyggur ikki at tonnunum. Hetta máttu vit eisini sanna tann 20 mars í ár, tá Jógvan Z. Joensen bóndi í Fuglafirði, í bestu árum og í sínum dagliga yrki, mátti lúta fyri lagnuni. Tað nívir okkum øll, sum kendu Jógvan, og tað er við djúpastu samkenslu við foreldrum, systkjum og teirra, at vit skriva hesi fátæku minningarorð.
Jógvan hjá Fritleif, sum vit vanliga róptu hann, tók við festinum aftaná pápan í 1982, bert 26 ára gamal. Hann var av raskastu monnum og hevur rikið garðin fyrimyndarliga. Hann var eisini ein virkin maður ? virkin sum bóndi, og virkin í felagsarbeiði saman við sínum lagsbrøðrum. Jógvan troðkaði seg ikki framat, men á sín stillføra og hóvliga hátt, setti hann sín persónliga dám á, allastaðni har hann var. Hann var skemtingarsamur í veitslulag og visti manga góða søguna. Á ungum árum var Jógvan nevndarlimur í Føroya Búnaðarfelag, og í 1991 bleiv hann valdur í nevndina í Meginfelag Búnaðarmanna (MBM), har hann sat út í eitt, til nú hann doyði. Hann var formaður tvey skifti, frá 1993 til 1994 og frá 1998 til 2000. Seinastu tvey árini var hann næstformaður.
Ikki liggur altíð líka ræði at fáa nevndararbeiði at glíða uttan trupulleikar. Jógvan hevði sínar meiningar, og hann segði eisini tað, hann meinti, men so hevði hann tey vælsignaðu evni, at kunna slaka og rætta hondina fram, tá semjur skuldu søkjast. Tær meiningar hann hevði, og tær avgerðir, hann var við til at taka, høvdu altíð tað mál, at hetta skuldi gagna felagnum og tess limum. Jógvan hevur dugnað føroyskum bøndrum og jarðarbrúki væl í sínum alt ov stutta lívi.
Tað er okkara vón, at tit, sum stóðu Jógvani nær, mugu fáa ta eyka styrki, sum skal til fyri at bera hesa tungu byrðu, sum er løgd á tykkara herðar í hesum døgum. Vit, sum dagliga hava okkara gongd í føroysku náttúruni, vita, at sjálvt aftaná ringasta kavarok og gellifrost, kemur sólin framaftur, fjálgar fólk og fæ, tiðnar frostið og gevur lív til ta minstu blómu. Veri hetta eisini tykkara troyst.
Friður veri við minninum um valamannin Jógvan hjá Fritleif.
Vegna starvsfelagar og limirnar í Meginfelag Búnaðarmanna (MBM)
Rólvur Djurhuus,
nevndarformaður