Tá søgur vera skrivaðar um stórar og dýrar fiskalastir - ella stórar toskar - er ógvuliga skjótt, at nógvar ymiskar og áhugaverdar søgur kunnu spyrjast burturúr.
Soleiðis var eisini í dag, tá Portalurin bar tíðindini um heimsins størsta tosk, veiddur við tráðu.
Nógvar viðmerkingar eru undir nevndu grein, og onkur leinkja er eisini, sum vísir til ymiskt skrivligt tilfar og myndir.
Ein av leinkjunum leiddi Portalin til hesa myndina, sum sambært kelduni er tikin umborð á Jógvani á Gørðunum á Flemmish Kap í sjeytiárunum.
Maðurin á myndini er Jógvan Faradal, sum um hetta mundið er umleið 180 sentimetrar langur.
Hetta er ein velduga stórur og vælvaksin toskur, veiddur við føroyskum skipi á Flemmish Kap.
Sambært kelduni er tað Svenning Borg, sum hevur tikið myndina.










