Jógvan við Keldu nýggjur limur í Norðurlendska Mentanargrunninum

   

Í samband við bygnaðarbroytingina í Norður-lendska Mentanargrunninum, sum varð framd í fjør, fingu sjálvstýrandi økini í Norðurlandaráðnum hvør sín lim, meðan hini londini hava hvør sínar tveir limir.
Í stýrinum fyri Norðurlendska Mentanargrunnin sita nú 13 limir.
Undan hesi broyting skiftu tey trý sjálvstýrandi økini, Áland, Grønland og Føroyar, triðja hvørt ár limin sínámillum.
Jógvan við Keldu er valdur í stýrið fyri tvey ár. Føroyskur eykalimur er Heðin Mortensen.
Nú í vikuni hevði stýrið fund, har peningajáttanir vóru til viðgerðar. Tríggjar føroyskar verkætlanir vóru viðgjørdar, sum allar fingu pening.