Uppsagdur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
-Eg eri væl fyri bæði likamliga og sálarliga og eisini í sambandi við tað politiska lívið. Tað eru 35 ár síðani, at eg fór upp í politikk og hevur hetta verið eitt sera spennandi lív. Havi eg lív og heilsuna, so gevist eg ikki her. Hetta sigur Jógvan við Keldu, sum tó enn ikki hevur avgjørt, um hann fer at stilla upp aftur til komandi væl. Jógvan við Keldu, sum í gjárkvøldið fekk bræv frá løgmanni, har hann loysti landsstýrismannin úr starvi, sigur seg ikki vera nakran vónsviknan mann, tí í politikki hevur tú lært, at tað er einki, sum eitur at vera vónsvikin.
Jógvan við Keldu dylur ikki fyri, at ætlanin hjá flokki sínum, tá hesin vildi hava seg at fara frá, var, at hann gjørdist taparin og flokkurin vinnarin.
Jógvan við Keldu segði annars við Sosialin stutt áðrenn hann fekk fráboðanina um, at hann var loystur úr starvi, at Fólkaflokkurin og løgmaður í eina tíð hava arbeitt við ætlanini at fáa seg frá, men sjálvur var hann ikki konfronteraður við hesum fyrr enn næstseinasta mánadag.
-Eg havi skilt, at tað í eina tíð hava verið samrøður millum Anfinn Kallsberg og løgmann um at fáa meg frá. Fólkaflokkurin vildi hava boð áðrenn landsfundin, um eg sjálvboðin vildi fara frá, men tað vildi eg ikki.
Uppá fyrispurning hví flokkurin og løgmaður vildu hava seg at fara frá sigur Jógvan við Keldu: -Eg skilji, at løgmaður og Anfinnur Kallsberg hava tosað um, at eg av og á eri komin við óhepnum úttalilsum, og tað kann eg væl geva teimum rætt í, men eg haldi ikki, at hetta hevur verið nokk til at koyra meg úr sessinum.
Jógvan við Keldu sigur annars, at tað var ein samdur tingbólkur í Fólkaflokkinum sum saman við løgmanni, ið ynskti at fáa seg frá.
Veikt landsstýri
Jógvan við Keldu hevur ikki bara gott at siga um landsstýrið, nú hann gevst. Hann sigur, at tað er ein trupulleiki í Tinganesi, at tað gongst so illa við at taka avgerðir í fleiri týðandi málum og vísir hann her til m.a. einskiljing av Farmaleiðum og so kommunusamanlegging og annars spurningar víðvikjandi kommunum. Ein orsøkin til at hann ikki vildi góðtaka at taka seg úr starvinum var tann, at hann fegin vildi sleppa at avgreiða tey málini, sum hann var farin í gongd við.
-Eg hevði glett meg til at sitið hesi tvey árini i landsstýrinum seliga nú, tá ið tá ymisk mál eru komin a skinnaran. Smyrlamálinum komu vit nógv betur burtur úr enn mong høvdu roknað við. Útlendingamálið er sum so sett á skinnaran og kommunumál kundi man eisini fingið greiði á, um man vildi tað.









