Jógvan við Keldu bar seg skeivt at

Bjørn á Heygum, advokatur, heldur tað vera formliga skeivt av Jógvani við Keldu at samtykkja fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar Býráð uttan atkvøðugreiðslu

? Eftir mínari sannføring er samtyktin av eini fíggjarlóg eitt so týdningarmikið mál, at tað ikki ber til at samtykkja tað uttan atkvøðugreiðslu.

Bjørn á Heygum, advokatur, heldur ikki, at Jógvan við Keldu bar seg rætt at, tá hann á býráðsfundi í Klaksvík mánakvøldið avgjørdi at samtykkja fíggjarætlan býráðsins uttan atkvøðugreiðslu.

Jógvan við Keldu segði við Sosialin í gjár at fíggjarlógin varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu. Men hann vísti samstundis á, at hann spurdi allar býráðslimirnar, um teir høvdu nakað ímóti, at fíggjarlógin varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, og tá eingin mótmætli, metta hann fíggjarlógina sum samtykta.

Men hetta heldur Bjørn á Heygum ikki bera til.

? Hóast talan er um fíggjarlógina hjá einum býráði, er hatta ikki tann rætta formella mannagongdin. Ein fíggjarlóg hevur stóran týdning, bæði fyri bygdarráð, býráð og løgting. Atkvøðast má um eina fíggjarlóg áðrenn hon kann metast sum samtykt.

Bjørn á Heygum vísir á, at tað aldri kundi komið fyri í tinginum, at ein fíggjarlóg verður samtykt uttan atkvøðugreiðslu, og hetta eigur heldur ikki at koma fyri í býráðunum, heldur hann.

Tað var Torleif Sigurðsson, andstøðulimur í Klaksvíkar Býráð, sum í Sosialinum í gjár vísti á skeivu mannagongdina tá fíggjarlógin hjá býráðnum varð samtykt. Hann metti einaræði vera galdandi í Klaksvík, tá býráðsformaðurin kann taka slíkar avgerðir.

Torleif Sigurðsson greiddi frá, at tað var eftir at samgongan hevði atikvøtt ímóti øllum minnilutauppskotunum, at býráðsformaðurin avgjørdi at samtykkja fíggjarlógina av sínum eintingum.