Leygarkvøldið verður finalan í íslendska Grand Prixnum, og ein av sangarunum, sum skal syngja fyri kjansinum at umboða Ísland í europeisku finaluni, er klaksvíkingurin Jógvan Hansen.
Hann hevur áður luttikið í Eurovision í Íslandi, og í fjør gjørdist hann nummar tvey – fáar atkvøður aftan fyri vinnaran.
Nú gevur Jógvan Hansen kappingini ein møguleika afturat, og hann hevur hampuligar vónir til leygarkvøldið.
- Eg veit ikki, hvat fer at henda leygarkvøldið. Eg ætli mær at gera mítt allarbesta, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Líkamikið, hvat úrslitið verður, so veit eg, at eg havi nógv at gera sum tónleikari eftir kappingina, sigur Jógvan Hansen.
Íslendska Grand Prixið fekk ein nýggjan vinkul, tá ið ein av sangarunum, sum skuldi taka lut, brádliga doyði. Sangurin er framvegis í kappingini – seks aðrir sangarar syngja hann – og hesin sangur hevur fingið sera nógv umrøðu. Tey flestu rokna eisini við, at sangurin hjá tí deyða sangaranum fer at vinna.
Eitt av stóru bløðunum í Íslandi skrivaði tó í gjár, at tann sangurin, sum hevði umboðað Ísland best, er sangurin hjá Jógvani Hansen.
Hørð venjing
Jógvan Hansen hevur í langa tíð arbeitt við síni luttøku í íslendska Grand Prixnum, og hann hevur fyrireikað seg væl – bæði tónleikaliga og kropsliga.
- Eftir at eg gjørdist nummar 2 í kappingini seinast, hugsaði eg, at nú skuldi eg geva tí ein ordiligan kjans afturat. Eg havi í grundini arbeitt við hesum í eitt heilt ár. Eg havi leitað leingi eftir rætta sanginum, og fekk sangir úr øllum heiminum at velja ímillum. Endin var so, at eg skrivaði sangin saman við Vígnir Snar, sigur Jógvan Hansen.
- Eg havi klænkað meg 15 kilo nú upp undir Grand Prixið. Havi arbeitt við neyvt við øllum detaljum, eisini at eg skal síggja gott út, at eg eri tryggur við framførsluna, at vinklarnir í sjónvarpinum eru teir røttu, ljósið er gott, og alt annars er, sum tað skal, sigur hann.
Hevur tað verið strævið at tapa seg 15 kilo upp á tríggjar mánaðir?
- Hvat heldur tú, spyr Jógvan flennandi.
- Eg havi ikki etið sukur, ikki etið salt, sum minst av kolvætu, ikki etið meg mettan, ikki drukkið øl, og eg havi vant hvønn einasta morgun hesa tíðina. Tá mann ger alt hetta, so ber til at tapa seg skjótt.
Føroyingar hava eisini møguleikan at fylgja finaluni í íslendska Grand Prixnum. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir finaluna frá kl. 20.15 leygarkvøldið.
Myndatekstur:
- Eg havi ikki etið sukur, ikki etið salt, sum minst av kolvætu, ikki etið meg mettan, ikki drukkið øl, og eg havi vant hvønn einasta morgun hesa tíðina. Tá mann ger alt hetta, so ber til at tapa seg skjótt, sigur Jógvan Hansen









