Jógvan Tróndheim 75 ár

Sunnudagin fylti Jógvan Tróndheim í Klaksvík 75 ár. Hóast fleiri ár eru gingin síðani pensjónsaldurin, starvast hann enn á prentsmiðju sínari í sethúsunum á Stongunum, har hann hevur búð alt sítt lív

Kemur tú fram við prentsmiðjuni hjá J. F. Tróndheim í Klaksvík, kann tað enn koma fyri, at tunga suffið frá hansara gomlu <?xml:namespace prefix = st1 ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:smarttags"" /><st1:City><st1:place>Heidelberg</st1:place></st1:City> hoyrist út í tún. Tað er sum at hoyra ljóðið frá eini farnari tí.
         Jógvan Ferdin Tróndheim er føddur í Leirvík, sonur Mariu og Jakku Tróndheim. Men hann vaks upp hjá Lisu og Eliseusi Jacobsen, sum tóku hann til sín, tá mamma hansara gjørdist sjúk.
         Saman við Maud, sum tey eisini tóku til sín, sleit hann sínar barnaskógvar á Stongunum, har tey settu seg niður, tá tey fluttu av Kalsoynni til Klaksvíkar.<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>


Virkað og livað
á sama staði<o:p></o:p>



         Jógvan býr enn í barnaheimi sínum, har hann eisini hevur havt egið virki í meira enn fimmti ár.
        
Sum blaðungur drongur byrjaði hann í starvi á bókhaldsvirkinum, Føroya Bók, sum tá hevði egna prentsmiðju. Har lærdi hann at prenta, og seinni fór hann niður at læra at gera prentmyndir ella kliche?ir, sum tað oftast verður kallað.
         Seinni keypti hann maskinurnar frá Føroya Bók, og byrjaði egna prentsmiðju í kjallaranum hjá Lisu og Eliseusi.
         Sama árið, í 1951, giftist hann við Másu, og eiga tey 4 børn, Gerhard, Elfinn, Mariu og Eileen.
Tey hava havt tað gleði at upplivað gullbrúðleypsdagin, og abba- og ommubørnini eru nú 10 í tali.<o:p></o:p>


Gløggur og trúfastur

Eitt, sum eyðkennir Jógvan, er trúfesti. Síðani ungdómsárini, hevur hann verið ein stuðul í samkomuni í Betesda. Eisini hevur hann saman við øðrum hvørja viku vitjað samkomuna, Saron, á Viðareiði.
        
Hann er stillførur, erligur og altíð við tí góða orðinum. Mangan tekstin hevur hann rættlisið, og tað, sum er komið frá hansara hond er ringt at seta fingurin á.
        
Tað er serstakliga áhugavert at práta við Jógvan, og tú fert altíð ríkari frá honum, enn tá tú kom. Sama, hvønn hann tosar við, dugir hann kynsturið at finna teirra bylgjulongd, og ofta kryddar hann samrøðuna við skemtingarsomum viðmerkingum.<o:p></o:p>


Tjóðskaparmaður<o:p></o:p>


         Jógvani untist ikki at vaksa upp saman við systkjum sínum í Leirvík, men hann var ofta á vitjan har yviri. Eitt skifti, tá týskarnir bumbaðu í Klaksvík, gekk hann í skúla har.
        
Maria og Jakku fingu 13 børn, og var Jógvan tann triði í røðini. Jakku var ættaður úr Norðragøtu og barnaheim hansara var har á leiðini, sum Tróndur í Gøtu skal hava búð. Í 1924, tá tjóðskaparrørslan var í hæddini, keypti hann sær eftirnavnið, Tróndheim.
       
 ?Æblet falder sjældent langt fra stammen?, plaga vit at siga, og í so máta líkist Jógvan pápa sínum og dylir ikki fyri, at hann er tjóðskaparmaður.
         Spyrt tú Jógvan, um hann ikki ætlar sær at gevast at arbeiða, nú hann er vorðin so gamal, svarar hann við einum smíli:
        
?Tað man fara at koma av sær sjálvum!?<o:p></o:p>



               <o:p></o:p>



<o:p> </o:p>