Nú er nakað síðani, at Jógvan Hansen úr Klaksvík vann sangkapping í íslendska sjónvarpinum. X Factor nevndist sendirøðin og tá Jógvan vann, gjørdist hann landskendur í Íslandi.
Síðani er fløga givin út og hendan liggur nú nummar eitt yvir mest seldu fløgur í Íslandi.
Jógvan sigur, at talan er um løg, sum bæði íslendskir, bretskir og føroyskir tónasmiðir hava gjørt, men eisni kenna føroyingar nøkur løg aftur, tí m.a. lagið Rooftop, sum Jógvan sang saman við Aria, er við á fløguni.
- Hetta er mín fyrsta soloætlan. Eg havi jú annars givið út saman við Aria og Kulum Rótum. Men nýggja fløgan er at fáa í Føroyum nú.Tað eru løgini Keep on searching og Rooftop, sum í stóran mun hava borið fløguna, so tað er stuttligt, at føroyskt ískoyti kann gera mun, sigur Jógvan.
Hann er sera glaður fyri fløguna, sum er stórfingin, hóast hon er rólig og symfoniorkestur er við, eins og tónleikarar úr Nashville. Tað eru eisni framleiðarar, sum hava arbeitt saman við heimskendum stjørnum, sum hava verið við at framleitt fløguna hjá Jógvani. Fløgan er úrslit av, at hann vann X Factor.
Á Summarfestival
Jógvan vitjar í Klaksvík á Summarfestivalinum í Summar og tað verður saman við tónleikabólkinum, sum spældi undir í X Factor.
- Eg spæli fyribils bert á Summarfestivalinum, hóast áhugin er stórur at fáa meg at spæla í Føroyum, men hvat hendir eftir Summarfestivalin er ilt at siga. Møguliga spæli eg meira í heyst, sigur Jógvan.
Gott í Íslandi
Jógvan hevur ongar ætlanir um at flyta aftur til Føroya úr Íslandi.
- Eg havi tað gott í Íslandi. Tað gongur sera væl tónleikaliga og so havi eg eina risastóra hárfríðkanarstovu eisni. Eg havi ikki eina leysa stund, fyrr enn í september, sigur Jógvan Hansen.
- Tað er kanska tað eg sakni eitt sindur úr Føroyum; hetta at hava hava tíð, sigur ein annars væl nøgdur Jógvan Hansen úr Reykjavík.