Jógvan Hansen gjørdist vinnari í íslendsku sangkappingini X-Factor fyrr í ár. Eitt ítøkiligt úrslit er nýggja fløgan við Jógvani, sum nú er útkomin og eisini fæst í Føroyum.
Jógvan er í Føroyum í stóran mun kendur sum poppari. Tað er hann framvegis, men tað er, sum hevur stílurin fingið annan dám.
Nýggja fløgan er á tremur við vælljómandi sangum og vit kenna fleiri teirra. T.d. Rooftop, sum Jógvan á sinni sang saman við Aria. Eisini eru onnur løg, sum áhoyrarin ber kenslu á, t.d. It Must Have Been Love og Hello.
Í Íslandi eru tað t.d. løgini I Keep On Searching og Rooftop, sum hava borið fløguna, sum hevur ligið nummar eitt í Íslandi í tvær vikur nú á listanum yvir mest seldu fløgurnar.
Dámurin
Sum sagt, so er Jógvan við hesi síni fyrstu solofløgu farin eitt fet víðari. Kanska fleiri. Stílurin er róligur og symfoniorkestur setur eisini dám á.
Tónleikarar úr Nashville eru eisini við og virdir framleiðarar hava havt fingur við í spælinum. Og hetta hoyrist, tí dygdin er í hásæti.
Tað er ikki ov nógv sagt, at maðurin, sum er kendur sum poppari í Aria og sum sangari í Kulum Rótum, nú meira tykist kunna teljast millum teirra, ið vit vanliga rópa entertainarar.
Her er meira botnur í og sum heild er hendan íslendska framleiðslan, har føroyskir, bretskir og íslendskir sangskrivarar eru við, á høgum støði. Ella tað sum á frammandamáli eitur “professionell”.
Toppar við Rooftop
Hetta er ein popp/rock fløga, ið eisini strekkir seg til tað meira fólksliga ella singer/songwriter kenda. Hetta tí, at dentur verður lagdur á at hava sangaran fremst, meðan tónleikurin er góða bakgrundin, ið ongantíð buldrar, so óljóð ella ov nógv ferð ger av við heildarúrslitið.
Og tá Jógvan, og ikki minst framleiðararnir, tora at seta ferðina niður og geva lurtaranum høvi at lurta og njóta, so ber tað boð um, at her eru tónleikarar og ein sangari, ið megna uppgávuna. Ongum nýtist at káva útyvir nakað, tí her er alt sum tað skal vera.
Tað kann sjálvsagt vera vandamikið at geva eitt so vælkent og skjóttgangandi og vælsvingandi lag, sum Rooftop, út í Føroym, nú ferðin er mundandi sett niður og sangurin hevur heilt annan dám. Vandin liggur altíð í, at fólk hava vant seg við gomlu útgávuna, og ikki vilja kennast við hesa nýggju, og blaka frá sær beinanveg.
Men hinvegin situr hendan nýggja útgávan so væl, at ivamál fána. Og tað er helst eisini orsøkin til, at lagið er á toppinum í Íslandi.
Jógvan situr á takinum, á toppinum, og er á toppinum av tónleikaleið síni. Og nýggja fløgan er veruliga ein fløga, ið væl og virðilga ber Jógvan yvir topparnar.
Í summar er Jógvan at hoyra á Summarfestivalinum og tað verður við júst tónleikaúrmælingunum úr X-Factor, ið gjørdist startskotið til stjørnuleiðina í Íslandi og nú aftur í Føroyum.