Jógvan Arge hevur gjørt av at stilla upp aftur til býráðsvalið í heyst.
Eg hugsaði gjølla um spurningin í vár og kom til ta niðurstøðu, at eg skal royna eina setu aftrat, sigur Jógvan Arge.
Jógvan Arge varð valdur í býráðið fyri Tjóðveldi á fyrsta sinni í 2000, og hevur tískil sitið í býráðnum í 12 ár, tá hetta skeiðið sennur út 31. 12. 2012.
Eg eri 65 ára gamal nú (fylti 17. juni - red), so talan verður um seinasta skeiðið hjá mær, sigur Jógvan Arge.
Hann er formaður í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, og var undir seinastu samgongu í farna valskeiði varaborgarstjóri.