Jógvan Sundstein: Hugleiðingar í sambandi við samgonguskipan

Sum gamal og fyrrverandi luttakari í føroyskum politikki í mong ár sleppur ein ikki burturúr áhuganum fyri tí sum nú fer fram. Ikki minst er áhugin til staðar, tá løgtingsval hevur verið og nýggj stjórn við tilhoyrandi samgongubaklandi verður skipað.

Jógvan Sundstein

Í gjár (14.11) varð samgonguskjalið almannakunngjørt og seinri um dagin sóu vit løgmann tilnevna tey nýggju landsstýrisfólkini. Hetta gekk alt fyri seg á friðaligan og sømiligan hátt. Hugurin leitaði sær aftur til tíðina í sjeyti, áttati og níti árunum, tá eg sjálvur var partur av slíkum seancum. Mangt kendist aftur, men eisini nógv er broytt tey farnu árini, sum eisini nátúrligt er.

Valúrslitið bar í sær, at ein samgonga har høvuðsbulurin kom at vera Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin við 16 tingmonnum, kendist nátúrlig. Ein flokkur skuldi so afturat. Tað blivu so tveir av teim smærru, men tað er sjálvandi ikki verri. At eg persónliga kundi ynskt eitt øðrvísi valúrslit, er ikki so nógv at gera við.

Í síni uppbygging líkist samgonguskjali nógvum øðrum slíkum skjølum. Nógv er yvirskrivtir og partvís nakað, sum bara skal vera við. Okkurt er kanska beinleiðis gloymt, meðan eitt ella annað er gloymt við vilja. Innihaldsliga sæst, at stórur dentur er lagdur á búskapar- og fíggjarviðurskifti. Vakstrar- og fiskivinnupolitikkur og annar vinnupolitikkur fær góða rúmd, og er hetta positivt og neyðugt. Síðani verða flest onnur øki umrødd við góðum og positivum orðum.

Tað mest spennandi í skjalinum er umrøðan av eini nýggjari skattaskipan. Um tað eydnast at fáa hetta málið avgreitt nøkulunda í samsvar við ætlanina, verður tað ein stórbroyting til tað betra í búskapargongdini. Eg ivist ikki í, at sum tíðin líður, tað vil siga um 2-3 ár, vil hetta verða ein avgerandi partur av drívkraftini til sjálvberandi búskaparligan vøkstur í føroyska samfelagnum. Allir føroyingar fáa fyrimun av hesum.

Saman við nýggju skattaskipanini er komandi pensiónsreformurin tengdur. Ætlanin er, at komandi pensiónsinngjøld í framtíðini skulu skattast beinanvegin og ikki tá tey verða útgoldin. Hetta hevur elvt til stórt tjak. So vítt eg kann meta um hesi viðurskifti, so haldi eg, at nýggju ætlanirnar eru ein fyrimunur fyri borgaran. Fortreytin er, at eisini renturnar av tí partinum av pensiónsgjaldinum, sum borgarin fær útgoldið til sína tíð eisini vera skattafríar. Ein onnur fortreyt er sjálvandi eisini, at skattareglurnar vera langtíðarhaldbarar, og ikki tilvildarliga broyttar í eini fjarari framtíð. Harafturat verður tað eisini ein stórur fyrimunur fyri komandi pensionistar at fáa útgoldið sína pensión skattafrítt.

Sum sæst, so eri eg stórt sæð nøgdur við samgonguavtaluna, men kortini er eitt petti í henni, sum skemmir alla myndina. Hesin setningur ljóðar soleiðis: “ Samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði.” Um hetta skal skiljast soleiðis, at blokkstuðulin skal umroknast við príshækking frá 2002, so er tað tann stóra skomm. Fyrst er tað eitt tekin um ómegd at biðja um peningaliga hjálp uttan mótvirði, harnæst er tað skaðiligt fyri samfelagsbúskapin at fáa pening inn í samfelagið uttan, at virksemi liggur aftanfyri. Hetta fer at virka hóttandi móti sjálvberandi búskaparligum vøkstri. Tað kann kanska vera, at 100 ella 150 mió. sum gáva fløva eitt stutt bil, men tað drepur fyritakssemi sum frá líður.

Harnæst er at siga, at tað kann neyvan bera til at fáa danir at regulera blokkin aftur til 2002. Avtala er jú gjørd á hvørjum ári um 615 mió. kr. Slíkar avtalur kunnu væl ikki broytast 10 ár aftureftir. Tá verður virði av gjørdum avtalum devaluerað. Og tað er ikki gott fyri tann partin, sum brýtir avtaluna. Tað gongur út yvir umdømi.

Eg nevndi at byrja við, at helst er okkurt mál gloymt við vilja. Her hugsi eg til dømis um stjórnarskipanar uppskotið. Men tað er bara gleðiligt, at tað ikki er við í samgonguavtaluni. Eitt slíkt mál skal viðgerast óheft av samgonguavtalum. Tað er eitt mál hjá sjálvum Løgtinginum og øllum politiskum flokkum (og ikki einum fólkatingsmanni).Vónandi kann tað avgreiðast bæði skjótt og virðiliga av nýggja tinginum.

Eg vil enda við einum lítlum persónligum hjartasuffi. Eg hevði væntað og vónað, at Jacob Vestergaard tók við sum fiskimálaráðharri, men tað gjørdi hann ikki. Eg havi als einki ímóti Jákupi Mikkelsen, tvørturímóti, men eg haldi bara, at hann egnaði seg betur sum politiskur talsmaður í tinginum. Men nú hava teir býtt um, og bæði størvini eru av størsta týdningi. Eg ynski báðum tveimum góða eydnu við arbeiðinum komandi tíðina. Tað er veruliga brúk fyri tykkum báðum.

Eg ynski nýggja landsstýrinum, samgonguni og tingmanningini allari góða eydnu við at stýra landinum frameftir.