Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður og løgtingsmaður í 24, hevur skrivað endurminningar, sum verða lagdar fram í Gamla Bókhandli í Havn mánadagin
Mánadagin tann 2. juni kl. 15 verður í H. N. Jacobsens Bókahandli framløga av Enduminningunum, sum Jógvan Sundstein hevur skrivað, ein innbundin bók við 252 síðum og nógvum myndum.
Tað er forlagið Stiðin, sum gevur bókina út, og Jógvan Sundstein, sum nú býr í Danmark, verður í bókhandlinum mánadagin.
- Tað eru alt ov fáir av okkara politikarum, sum skriva enduminningar. Einasti landstýrismaður, sum hevur gjørt tað, er Edward Mitens, men hansara frásøgn røkkur ikki upp til ta tíð, hann sat í landsstýrinum, sigur Zakarias Wang frá forlagnum Stiðjanum.
- Úrslitið er, at tá nøkur fá ár eru farin, er tað eingin sum veit nakað um hesar stjórnmálamenn. Tann, sum í framtíðini skal skriva Føroya søgu, fer at hava ringt við at siga nakað serligt um hesar persónar, tí eingin veit, hvussu teir veruliga vóru, sigur Zakarias Wang.
Hann vónar tí, at tiltakið hjá Jógvani Sundstein fer at fáa aðrar til at taka seg um reiggj og fara at skriva, um ikki fyri sína egnu skyld, so fyri at lætta um hjá framtíðar søgumonnum at hava eitt sindur at standa á, tá teir skulu fara til verka.
Bókin hjá Jógvani er ein frásøgn um tann vanliga havnardrongin, sum sínum arbeiðssemi og góðu gávum fyri at takka gerst ein av fremstu monnum landsins. Hann gjørdist Føroya fyrsti ríkisgóðkendi grannskoðari, sat í løgtinum í 25 ár, og var bæði landsstýrismaður og løgmaður.
Samstundis er hetta søgan um familjuna, bæði ta stóru ætt hann hevur um alt landið, eins og hansara nærmastu, og tað bæði í sorg og gleði.