Jógvan stuðlar ikki treytaleyst

Løgtingsmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Jógvan Skorheim, er ikki nøgdur við kunninga, hann fær um fíggjarlógaruppskotið.

- Seinasta uppskotið eri eg ikki kunnaður um, og tað kann eg ikki standa modell til. Eg má fáa møguleika at gera mína ávirkan galdandi, eins og hinir flokkarnir fáa, sigur Jógvan Skorheim við Rás2.

Hann fer tí at krevja, at skil kemur á, so Sjálvstýrisflokkurin kann verða við frameftir.

- Eg kenni sjálvandi stóran part av fíggjarlógaruppskotinum, men iki alt, og tað má verða eitt krav, at Sjálvstýrisflokkurin er við á jøvnum føti við hinar flokkarnar, sigu Jógvan Skorheim.

Hann væntar kortini ikki, at hann fer at atkvøða ímóti samgonguni.

- Fíggjarlógaruppskotið kemur fyri Løgtingið hósdagin, og eg havi avtala ein fund við samgonguna undan tí. So kunnu vit finna nakrar justeringar, ætli eg mær ikki at atkvøða ímóti, sigur Jógvan Skorheim við Rás2.