Jógvan stóð eftir

Jógvan Hansen og Stefanía Svavarsdóttir vóru ikki millum tvey tey fremstu í íslendska Grand Prixnum, sum verður hildið í Reykjavík í kvøld.

 

Sjey sangir høvdu vunnið sær pláss í finaluni, og tá ið hyggjararnir og ein dómarabólkur høvdu sagt sína hugsan um sangirnar, vórðu tveir teir fremstu í atkvøðugreiðsluni sendir víðari til endaumfari í finaluni.

 

Sangurin Til Tín, sum Jógvan og Stefanía framførdu, var ikki teirra millum, hóast framførslan hjá teimum lukkaðist væl.

 

Tí er samstundis greitt, at tað verður eingin europeisk Grand Prix-luttøka hjá Jógvani á hesum sinni.