Tá eg í farna mánaði kom framvið einum manni, ið stóð og loysti flag, ella velti, sum eisini verður sagt, var eg varugur við, at tað var Ferjá, sum vit vanliga nevna Jógvan Sofus. Eg fór yvir til hansara, og vit fingu eitt gott prát. Millum annað spurdi eg hann, hvussu mong árini vóru blivin, og fekk eg at vita, at hann var føddur 10. apríl 1913, t.v.s. at hann fyllir 90 ár í dag. Jógvan Sofus sigldi í mong ár og róði út. Hann arbeiddi m.a. á Nordafar í Føroyingahavnini í Grønlandi. Hann giftist við Kristinu Sofía, f. Christiansen, eisini frá Gjógv, vanliga nevnd Dinnefía. Tey eiga 5 børn, ein son og 4 døtur. Dinnefía og Jógvan Sofus kundu halda krúndiamantbrúdleyp 3. desember í fjør. Eydnu við degnum Jógvan Sofus og tær verður ynskt eitt gott lívskvøld.
Heilsan ein kenningur
Myndatekstur:
Jógvan Sofus Ferjá. Myndin er tikin 20. mars í ár










