Tað váttar Signhild V. Johannesen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin. Hon er varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu í samgongu millum Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkin.
Á seinasta býráðsvali gjørdist Sjálvstýrisflokkurin størsti flokkur í Klaksvík við 33,4 prosent og fýra býráðslimum.
Á valinum í dag misti flokkurin tveir sessir og hevur nú bara tveir. Javnaðarflokkurin varðveitti sínar tveir. So nú hevur sitandi samgonga bara fýra býráðssessir, tveir ov lítið. Í Klaksvíkar býrað eru 11 býráðslimir, so seks skulu til at manna ein meiriluta.
Á valinum í dag fekk Fólkaflokkurin fimm býráðslimir. Teir eru farnir at samráðast við Sjálvstýrisflokkin um at skipa samgonu saman, har Atli Justinussen úr Fólkaflokkinum verður borgarstjórin.
Tí stendur tað nú upp til Jógvan Skorheim at gera av, um hann vil halda fram í samgongu við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Sambandsflokkin, har Jógvan Skorheim heldur fram sum borgarstjóri, ella um hann skipar samgongu saman við Fólkaflokkinum, har Atli Justinussen úr Fólkaflokkinum verður borgarstjóri.
Signhild Johannesen sigur, at tey sita nú og bíða eftir svari frá Jógvan Skorheim.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Jógvan Skorheim fyri at fáa hann at siga, um hann tekur av tilboðnum at halda fram sum borgarstjóri, ella hann letur Fólkaflokkinum møguleikan.