Jógvan S. málið útsett

Týsmorgunin skuldi fyrireikandi rættarfundur verða í málinum millum Sp/f Nakkur og Fiskimálastýrið viðvíkjandi Jógvan S, men fundurin bleiv útsettur.

Eftir rættarlistanum hjá Føroya Rætti skuldi fyrireikandi rættarfundur verða týsmorgunin í málinum viðvíkjandi fiskiloyvinum hjá Jógvan S, sum fekk nógva umrøðu í miðlunum.

Endurgjaldskravið ikki liðugt enn
Rættarfundur var tó ikki týsmorgunin, tí eftir áheitan frá advokatinum hjá Sp/f Nakki, ið átti Jógvan S, var fundurin fyribils útsettur. Advokaturin hjá Sp/f Nakki, Jógvan Páll Lassen, sigur, at fundurin bleiv útsettur, tí at teir enn ikki eru heilt lidnir við at fyrireika endurgjaldskravið. Jógvan Páll Lassen sigur seg tó vænta, at fyrireikandi rættarfundur verður um einar tríggjar vikur.