Jógvan ovast í Íslandi

Føroyski sangarin Jógvan Hansen eigur nú mest seldu fløguna í Íslandi.Útgávan Vinaløg, sum Jógvan Hansen hevur gjørt saman við Friðrik Omar, er ovast á sølulistanum. Á fløguni syngur Jógvan Hansen kendar íslendskar sangir á føroyskum, og Fríðrik Omar syngur kendar føroyskar sangir á íslendskum.

 

Leygarkvøldið høvdu teir báðir útgávukonsert í Norðurlandahúsinum, og sangurin Tú Nart Við Hjartað Á Mær liggur hesa vikuna ovast á 15 teimum bestu hjá Kringvarpinum.