Tað var í vár, at Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, heitti á Landsstýrismálanevndina um at kanna, hvussu handfaringin hevði verið hjá landsstýrismonnunum í mentamálum og almanna- og heilsumálum í sambandi við byggingina av miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Eftir ætlan skuldi skúlin byggjast í Vági, har grivið varð út og planerað fyri skúlanum. Hetta landsstýrið hevur tó broytt hesa ætlan soleiðis, at miðnámsskúli skal byggjast í Hovi og røktarheim í Vági.
Tað var í hesum sambandi, at Landsstýrismálanevndin hevur kannað, um landsstýrismenninir, Jógvan á Lakjuni og Hans Pauli Strøm fóru út um sínar heimildir.
Landsstýrismálanevndin heitti í mai mánaði í ár á Landsgrannskoðanina um at kanna, um útreiðslurnar, ið eru hildnar til analysur, fundir og framløgur í sambandi við miðnámsskúlan og røktarheimið í Vági, eru hildnar innan fyri tær kontur sum útreiðslurnar eru rindaðar av, og innan fyri starvsinnihaldið hjá landsstýrismonnunum annars.
Í gjár kom so kanningin frá landsgrannskoðanini, sum m. a. staðfestir, at útreiðslurnar liggja innan fyri ásetingarnar í játtanarskipanini og innan fyri starvsinnihaldið hjá avvarðandi landsstýrismonnum
Í niðurstøðuni sigur Landsgrannskoðanin m. a.:
Sambært almennu reglunum í játtanarskipanini er ein játtan ein heimild hjá landsstýrismanninum at hava útreiðslur til eitt ávíst endamál, í samsvari við tær fyritreytir, sum játtanin er givin eftir.
Sambært serstøkum ásetingum í játtanarskipanini um játtanarslagið rakstrarjáttan (vanligt virksemi), kunnu stovnar »ið skulu gera ætlanir um byggi- og løguarbeiði nýta pening til fyrireikandi kanningar, herundir tørvsmetingar. Útreiðslurnar til framhaldandi fyrireikingararbeiði og projetkeringsútreiðslur krevja serstaka løgujáttan.«
Landsgrannskoðanin heldur, at umrøddu útreiðslur liggja innan fyri ásetingarnar í játtanarskipanini fyri tílíkar játtanir á fíggjarlógini, og vísandi til viðmerkingarnar á løgtingsfíggjarlógini fyri kontu 7.23.1.07 »Ymsar felagsútreiðslur« og kontu nr. 8.11.1.08. »Almanna- og Heilsumálaráðið«, og frágreiðingarnar frá landsstýrismonnunum í ávikavist mentamálum og almanna- og heilsumálum, er Landsgrannskoðanin komin til ta niðurstøðu, at útreiðslurnar eru hildnar:
-innan fyri karmarnar á kontu nr. 7.23.1.07. »Ymsar felagsútreiðslur«,
-innan fyri karmarnar á konto 8.11.1.08. »Almanna- og Heilsumálaráðið«, undirkonta 20. »Vanligt virksemi«, og
innan fyri starvsinnihaldið hjá avvarðandi landsstýrismonnum.









